Fri, Jan 25 | Mentanarhúsið í Fuglafirði

Dupultkonsert við IKI og Jósef Zachariassen Kvartett

https://www.facebook.com/events/325669504943259/
Registration is Closed

Time & Location

Jan 25, 2019, 7:00 PM
Mentanarhúsið í Fuglafirði, 5 Karvatoftir, Fuglafjørður 530, Faroe Islands

About the Event

Virðislønta orkestrið IKI er samansett av 5 songkvinnum úr Danmark, Norra og Finlandi. Tær funnu saman í 2009 og hava síðani framført og túrað ymsastaðni í Noðurlendsku londunum og longur niðri í Europa.

IKI fær íblástur úr tónleikagreinunum popp, klassiskum, jazz og avantgarde. Tó endurspeglast djúpu norðurlendsku røturnar eisini í tónleikinum.

IKI gav út triðju fløgu teirra ORACLE í 2018 í samstarvi við danska framleiðaran Mike Sheridan. Í fløguni ORACLE verða elektronisk elementir blandaði við norðurlendsku kjarnuna í bólkinum. Tónleikurin er eksperimenterandi og improviserandi, har nýggjar tónalegur og ljóð taka lurtaran við á ókendar leiðir.

Josef Zachariassen Kvartett (DE)(FO)(NO) er mannað av Jósef Zachariassen, Olga Amelchenko, Amund Kleppan, og Vidar Starheimsæter.

Kvartettin spælir kompositiónir eftir føroyska Jósefi, sum frágreiðir stíl sín soleiðis:

‘Hevði Bartók voksið upp í nútíðar New York hevði stílurin kanska líkst. Tónleikurin lænir elementir frá tí evropeiska klassisku mentanina, ímeðan hann er grundaður í tí amerikansku jazz mentanina. Úrslitið er ein blandingur av klassiskum melodium og harmonium við einari sterkari rútmu

Miðnámsskúlanæmingar kunnu koma inn til konsertina fyri hálvan prís. Vísið bara lestrarkortið við dyrnar.

Registration is Closed

Share This Event

  • White Facebook Icon
  • White SoundCloud Icon
  • White Instagram Icon
  • ae3627_143715fd13d94a27b2f74458fd983140

© 2017 by JOSEF ZACHARIASSEN.