Thu, Jan 24 | The Nordic House

IKI + Jósef Zachariassen Kvartett

@ Norðurlandahúsið í Føroyum
Registration is Closed

Time & Location

Jan 24, 2019, 7:00 PM
The Nordic House, 14 Norðari Ringvegur, Thorshavn 100, Faroe Islands

About the Event

Raddir, sum vit ongantíð hava hoyrt tær fyrr, klassiskar rútmur og feitur elektronikkur. Dupultkonsert við virðislønta dansk/norskt/finska bólkinum IKI og føroyskt/norska bólkinum Jósef Zachariassen Kvartett.

IKI IKI er kókandi hugskygni og EKSPLODERANDI improvisastión. Tær menna og umbroyta sang og taka hann við á nýggjar, ókendar leiðir.

IKI er ein virðisløntur, improviserandi vokal-bólkur við 5 sangarum úr Danmark, Noregi og Finlandi. Bólkurin varð stovnaður í 2009 og hevur síðan tá framført og verið á konsertferð í øllum Norðurlondunum og aðrastaðni í Evropa.

IKI er ein støðug rannsakan av menniskajrøddini við hennara mongu síðum og ljóðum. Tónlistaliga fær IKI íblástur úr ymsum sløgum av poppi, samtíðartónleiki, jazzi og avant garde, men djúpu norðurlendsku røturnar hjá ungu kvinnunum eru týðiligar í øllum tónleikinum.

IKI gav sína triðju útgávu ORACLE út fyrst í 2018. Útgávan var eitt samstarv við viðurkenda danska ljóðlistamannin og framleiðaran Mike Sheridan. Við ORACLE taka tær eitt stig á eina nýggja leið, har tær flætta elektronisk element saman við teirra norðurlendsku tónlistarligur kjarnu. ORACLE upplivingin er eitt listaligt, sinematiskt mikro kosmos, har nátturliga røddin verður sett upp ímóti maskinum. Við hesum verður ein vakur heimur av nýggjum ljóðum og verum til.

IKI samstarvar eisini við London-búsitandi maskusniðgevan Damselfrau, sum visuelt stuðlar ljóðliga heiminum hjá IKI við sínum lokkandi, listaligu maskum.

IKI gav sína fyrstu útgávu út í 2011 og vunnu sama ár ein Danish Music Award fyri “Best Vocal Jazz Album”.

JÓSEF ZACHARIASSEN KVARTETT Josef Zachariassen Kvartett er mannað av Josef Zachariassen, Olga Amelchenko, Amund Kleppan, og Adrian Christensen. Kvartettin spælir kompositiónir eftir føroyska Jósefi, sum frágreiðir stílin sín soleiðis, ‘Hevði Bartók voksið upp í nútíðar New York hevði stílurin kanska líkst. Tónleikurin lænir elementir frá tí evropeiska klassisku mentanina, ímeðan hann er grundaður í tí amerikansku jazz mentanina. Úrsliti er ein blandingur av klassiskum melodium og harmonium við einari sterkari rútmu.’

Registration is Closed

Share This Event

  • White Facebook Icon
  • White SoundCloud Icon
  • White Instagram Icon
  • ae3627_143715fd13d94a27b2f74458fd983140

© 2017 by JOSEF ZACHARIASSEN.