Sat, Feb 02 | The Nordic House

Stella Polaris - finala

https://www.facebook.com/events/2244663192441154/
Registration is Closed

Time & Location

Feb 02, 2019, 7:00 PM
The Nordic House, 14 Norðari Ringvegur, Thorshavn 100, Faroe Islands

About the Event

Finalan av tónleikakappingini Stella Polaris - klassisk tónleikakapping fyri børn og ung.

TÍÐSPUNKT Leyg 02. februar 2019, kl. 17.00

Tónleikakappingin Stella Polaris, ið er fyri ungar, klassiskar tónleikarar, verður hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 31. januar til 2. februar 2019. Kappingin er vorðin fastur táttur á hvørjum ári, annaðhvørt ár fyri klassiskar tónleikarar og annaðhvørt ár fyri rútmiskar tónleikarar.

Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum, ið spæla klassiskan tónleik. Við at seta sjóneykuna júst á hetta økið, ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.

Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum: Til og við 13 ár, 14 ár til og við 18 ár, 19 ár til og við 24 ár. Kappingin er skipað í tveimum umførum. Fyrra umfarið er innleiðandi, meðan seinna umfarið er finala. Bæði umførini verða skipað sum almenn tiltøk.

Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum og velja í mesta lagi 6 luttakarar at taka lut í finaluni.

Registration is Closed

Share This Event

  • White Facebook Icon
  • White SoundCloud Icon
  • White Instagram Icon
  • ae3627_143715fd13d94a27b2f74458fd983140

© 2017 by JOSEF ZACHARIASSEN.