Fri, Feb 01 | The Nordic House

Stella Polaris - Music Competition

https://www.facebook.com/events/2343309109036028/
Registration is Closed

Time & Location

Feb 01, 2019, 7:00 PM
The Nordic House, 14 Norðari Ringvegur, Thorshavn 100, Faroe Islands

About the Event

Um Stella Polaris

Tónleikakappingin Stella Polaris, ið er fyri ungar, klassiskar tónleikarar, verður hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 31. januar til 2. februar 2019. Kappingin er vorðin fastur táttur á hvørjum ári, annaðhvørt ár fyri klassiskar tónleikarar og annaðhvørt ár fyri rútmiskar tónleikarar.

Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum, ið spæla klassiskan tónleik. Við at seta sjóneykuna júst á hetta økið, ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.

Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum: Til og við 13 ár, 14 ár til og við 18 ár, 19 ár til og við 24 ár. Kappingin er skipað í tveimum umførum. Fyrra umfarið er innleiðandi, meðan seinna umfarið er finala. Bæði umførini verða skipað sum almenn tiltøk.

Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum og velja í mesta lagi 6 luttakarar at taka lut í finaluni.

Innleiðandi umfør av Stella Polaris 2019. Hósdagur 31. januar kl 10.00-16.30: Innleiðandi umfar, aldursbólkar 0-13 ár og 14-18 ár (fyrra helvtin)

Fríggjadagur 1. februar kl 10.00-16.00: Innleiðandi umfar, aldursbólkar 14-18 ár (seinna helvtin) og 19-24 ár

Finalan verður leygardagin 2. februar kl 17.00

Registration is Closed

Share This Event

  • White Facebook Icon
  • White SoundCloud Icon
  • White Instagram Icon
  • ae3627_143715fd13d94a27b2f74458fd983140

© 2017 by JOSEF ZACHARIASSEN.